Hevur tú í Jesu sárum funnið frið

Orð og lag: Elisha Albright Hoffman
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Are you washed in the blood

1. Hevur tú í Jesu sárum funnið frið,
er í blóði tín sál tváað rein?
Lítur tú nú eina á hans náði, sig –
er í blóði tín sál tváað rein?

Niðurlag: Er tín sál tváað rein,
er í blóði tín sál tváað rein?
Eru klæði tíni hvít sum kavi nú –
er í blóði tín sál tváað rein?

2. Er tín byrði svunnin og títt tunga stríð,
er í blóði tín sál tváað rein?
Rann við krossin upp ein nýggj, ein náðitíð,
er í blóði tín sál tváað rein?

3. Tá ið Jesus kemur, sleppur við tú tá,
er í blóði tín sál tváað rein?
Kanst tú tá við frímóði hans ásjón sjá,
er í blóði tín sál tváað rein?

4. Legg tín syndaklædning burt, áh, sál, í dag,
og í Jesusar blóði verð rein!
Lívsins kelda flýtur nú á hesum stað,
sál, í Jesusar blóði verð rein!

FavoriteLoadingGoym tekstin