Hevur tú strítt undir lógini bundin

Orð: Victor Danielsen
Lag: Carl Michael Bellman

1. Hevur tú strítt undir lógini bundin,
kennir tú hennara svíkjandi troyst:
Enn ert tú komin ov stutt, tað er grundin,
tí er tín sál ei úr ófriði loyst.

2. Halt tú bert á, tú skal sigra umsíðir! –
Soleiðis uggaði lógin títt kjøt;
aldri tó upp runnu ljósari tíðir,
aldri so kom hon, hin hvíla so søt.

3. Hevur tú kent tá við krossin at lenda,
stýra um brimgarðin inn, inn í havn,
eyguni burt av tær sjálvum at venda,
síggja Guds Son og hans út breidda favn?

4. Hevur hann peikað tær á sína síðu
og sína hond og sagt: Friður við tær!
Hevur tú lýtt á ta røddina blíðu:
Frælsur tú ert, tí eg lógina bar!

5. Tá kanst tú siga og siga av sonnum:
Friður er ei í, hvat menniskja kann,
frelsa hjá syndigum, doyggjandi monnum
er í Guds Soni og trúnni á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin