Hevur tú vunnið

Orð: Sten-Sture Zettergren
Lag: Don Wyrtzen
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Guds kärlek större är

1. Hevur tú vunnið
lívið og funnið
kærleikan, Jesus tær ber.
Syndin og neyðin
voldu, at deyðin
fall á Guds Son – tað til frelsu tær er.

Niðurlag: Guds náði størri er
enn annað her í verð,
hon yvir syndadjúp tær byggir brúgv.
Tú, sum ei hana fann,
tær Jesus bjarga kann,
set álit títt á hann og trúgv.

2. Heilsanin ljóðar,
Frelsarin bjóðar
øllum at koma til sín.
Goldið hann hevur,
alt fyrigevur,
fegin hann vil vera Frelsari tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin