Heystardagurin heiðursklári!

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Regin Dahl

1. Heystardagurin heiðursklári!
– fagrari eingin er um árið.

2. Sólin stavar so blíð at kenna,
vil ei sum í summar brenna.

3. Mild og mjúk um heiðar skínur,
akur og elmu eymt hon kínir.

4. Víkin blikar still sum sveiti;
kálvar jótra í heimabeiti.

5. Gulir akrar í loti veika
smátt sum bygjur í logni leika.

6. Bogna strá av búnum aksi,
teigalendið so tætt er vaksið.

7. Ung og gomul so kvikhent skera,
legdir saman í bundi bera.

8. Ripaðan hálm í hólgar binda,
eld í sodnhúsmunnar kynda.

9. Treskjuljóð úr geilum, sum um
hestar trampa: trumtrum, trumtrum.

10. Bogin maður á veltu stendur,
hentar epli í svartar hendur.

11. Rótakálið má longur bíða;
nógv er at gera, og dagar líða,

12. seyðbond at spinna, skøðir at raka,
veðurlambsskurðin so at taka.

13. Tá kunnu dreingir, fúsir í huga,
royna, hvat leggir og lungu duga,

14. renna um fjøll og reystar líðir; –
herligar eru tær heystartíðir!

FavoriteLoadingGoym tekstin