Heystið, eg eygleiði teg

Orð og lag: M.C. Restorff

Summarið svann, og kólnað er lotið,
hendinga bátar síggjast á floti.
Sum kuldin mær strýkur um ennið úr høgættarvindi,
nørist saknur eftir summarsins yndi.

Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
Nú lívssólir mansbarna leita í kav,
ferð mín styttast man um lívsins hav.
Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.

Lækkaða sól ferðast følin á hválvi,
svøvntung skuddar hon sær vetrarhálvu
og vísir mær greitt, hvussu reglufast lívið seg lagar,
minnir meg á at telja mínar dagar.

Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
Nú lívssólir mansbarna søkka í kav,
ferð mín styttast man um lívsins hav.

Heystið, tú myndar tað skeið, mong á ævi ynna ei,
tá spelkni og spæl eru fornsøgur bert,
og tað knappast vignast, ið tú gert.
Fevn meg, á, Frelsari mín – eg í ævir eri Tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin