HF er mítt

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur til Havnar Fimleikafelag í 2008.

Glitrandi draktir í dandandi rørslum,
Sveittandi perlur í alheimsins høll,
Trína nú fram móti hæddunum høgum,
Yndislig rørslan, sum tú sært.

Renna so lættar á tá eftir gólvi,
Lyftar og lættar eitt súðandi fok,
Eygnabrá stálsett í tign er til staðar,
Glæman í eygunum nú skein.

HF er HF – í fagrasta blóma
HF er mítt – tað er títt.
HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
HF er perlan, sum tú sært.

Sveittandi holdið við glinsandi kjálkum,
Benda sær afturá – sveiggjandi lætt,
Liva og tiva og smílast í møði,
Dæmið og bráið tað er bjart.

HF er HF – í fagrasta blóma
HF er mítt – tað er títt.
HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
HF er perlan, sum tú sært.

HF – mítt HF, tú gevur mær megi,
Fimleikalandslagið lyftir á tind,
Berast vit fram móti gulli í gleði,
Svalandi eydnusom er mynd.

HF er HF – í fagrasta blóma
HF er mítt – tað er títt.
:: HF mítt HF – í ljósinum bjarta,
HF er perlan, sum tú sært. ::

FavoriteLoadingGoym tekstin