Hiðan úr fjøtrum, kvølum og nátt

Orð: William T. Sleeper
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Flóvin Tyril

1. Hiðan úr fjøtrum, kvølum og nátt
leiti eg nú, Jesus, til tín.
Frælsi tú veitir, gleði og mátt,
Jesus, eg komi nú.
Stríðinum úr, til himmalskan frið,
dóminum úr, til ævigan grið,
syndini sleppi, óttanum við,
Jesus, eg komi nú.

2. Hiðan úr vesaldómi og neyð
leiti eg nú, Jesus, til tín.
Finni ta trygd og dýrd, tú mær beyð,
Jesus, eg komi nú.
Kuldanum úr, til lívandi ból,
ódnini úr, í logn og títt skjól,
myrkrinum úr, í summar og sól,
Jesus, eg komi nú.

3. Hiðan úr gremju, iva og trongd
leiti eg nú, Jesus, til tín.
Bøtt verður alt og stillað mín svongd,
Jesus, eg komi nú.
Søki mær skýli, Jesus, tær hjá,
kærleiki, lívgan fløðir tær frá,
bjarging og troyst hjá tær kann eg fá,
Jesus, eg komi nú.

4. Hiðan úr dimmi, deyða og grøv
leiti eg nú, Jesus, til tín.
Ljós títt so bjart, tín náði sum høv,
Jesus, eg kom nú.
Díkinum úr, at Himmalsins strond,
heim til tíns friðar, lívsælu lond,
andlit títt kært tá skoðar mín ond,
Jesus, eg komi nú.

FavoriteLoadingGoym tekstin