Himlafaðir, gløgt tú kennir

1. Himlafaðir, gløgt tú kennir
alla mína lívsins ferð,
alt hvat mær í barmi brennur,
hvønn mín hug og hvørja gerð,
hvar eg sat, og hvar eg stóð,
nær eg græt, og nær eg ló;
ei eg fyri tær kann fjala
orð, um tað ei enn er talað.

2. Hvar kann eg frá Guði fara!
Inst í gjáir, undir jørð,
javnt við morgunroðan skæra
sveima yvir fjøll og skørð,
langt út um øll havsins mið,
allastaðni Guð er við,
vil við síni hond oss styðja,
hoyrir hvørja bøn, vit biðja.

3. Nátt og niða ei tær forðar,
myrkur einki er hjá tær,
gjøgnum bjørg og bláar skorar
líka væl títt eyga sær;
áðrenn fyrst eg ljósið sá,
rík tín miskunn var mær hjá,
enn hon fylgir mær á vegi,
verjir meg á nátt og degi.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin