Í Himlinum mangt vakurt er, eg síggja skal ein dag

Orð og lag: John W. Petterson
Týtt: Hanus Hansen
Upprunaheiti: I want to see my Saviour first of all

1. Í Himlinum mangt vakurt er, eg síggja skal ein dag,
so vakurt, sum á fold ei hugsast kann!
Men, tá eg síggi Staðin og í dýrd har stígi fram,
mítt ynski er at síggja Jesus fyrst!

Niðurlag: Mítt ynski er at síggja, Jesus, Teg;
á Golgata Tú doyði fyri meg!
Í allar ævir har
eg gleðast skal í Tær,
mítt ynski er at síggja, Jesus, Teg!

2. Mær leingist síggja Perluportrið, gøturnar av gull,
mær leingist til mítt nýggja vakra heim.
Til Lívsins Træ og Ánna, sum har rennur klár og rein,
men Frelsaran eg ynski síggja fyrst!

3. Mær leingist til tey kæru, sum nú bíða uppi har,
vit minnast ei ta tíð á foldum var.
Mær leingist heim til teirra, sum her fóru undan mær,
men Frelsaran eg ynski síggja fyrst!

FavoriteLoadingGoym tekstin