Himmalin mítt heim

Orð: DeWitt Clinton Huntington
Lag: Tullius C. O’Kane
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Himlen er mit hjem

1. Himmalin mítt heim!
Áh, hin sæla troyst,
at tá sálin úr síni trongd er loyst,
skal hon gleði æviga arva fá
og hjá Jesusi eiga heim sítt tá!

Niðurlag: Fram í vón og trúnni far!
Ævig gleði bíðar har;
kom, hvør sál, ja, kom og sig:
Til hin staðin vil eg fara við!

2. Tá ið myrk er leið, tá ið alt tað fer,
sum á foldum vinningur nevndur er,
teskar Jesus eymt, at vit skulu fá
størri ogn í Himli og uggast tá.

3. Undir sorgum, pínum, ið tyngja her,
gleðast vit um tað, sum í Himli er;
har er lukka eina, og har vit tá
skoða Harran Jesus og hvílu fá.

4. Tá ið Guds børn kær verða kallað heim,
og við sorg til gravar vit fylgja teim,
uggast hjarta várt, at vit skulu fá
tey í Himli hitta, ei skiljast tá.

5. Sæla, frelsta lið – sæl øll tit, so mong,
sum har syngja skulu hin nýggja song,
skulu Jesus, Frelsaran, síggja fá
og har sameint hevja hans lovsong tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin