Himmalsins dýrd Hann avklæddi Seg

Orð og lag: Erling Hansen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Himmalsins dýrd Hann avklæddi Seg,
villigur ofraði Seg
fyri at keypa frá synd meg út,
gekk her hin tornfulla veg.

Niðurlag: Jesus mátti til Golgata til at frelsa meg;
Jesus mátti til Golgata, ei fann Hann annan veg!

2. Spaklyntur, stillur Hann gekk Sín veg,
syndarar søkti í neyð,
gjørdi bert væl, misskiltur tó varð,
leið fyri meg krossins deyð.

3. Kom, gev títt hjarta til Jesus nú,
alt fyri teg Hann jú gav;
frið Hann tær gevur og tína synd
søkkir í gloymskunnar hav.

Jesus mátti til Golgata til at frelsa teg,
Jesus mátti til Golgata, ei fann Hann annan veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin