Himmalsins harpur tóna hátt

Orð: Jógvan Nolsøe

1. Himmalsins harpur tóna hátt,
Guðs einglar streingirnar røra;
teir ljómandi fagurt jólanátt
til Betlehems-barnið oss føra.
Gleð teg, hvør barna sál og lund,
nú jólaklokkurnar ringja;
tí vetrarins rósa rann um stund,
Guðs prís vit við einglunum syngja!

2. Jól eru kærleikshátíð best,
tá frelsarin læt seg føða.
Tak himlanna drott til jólagest,
tú sál, ið varð sárað at bløða;
tey, ið sum børn seg kenna glað,
hann tvífalt gleði vil bera.
Syng, syndiga fold, eitt takkarlag,
hann vildi vár frelsari vera!

3. Songurin víða berst um lond,
har einglaskarin man flúgva,
tað lýsir um leið frá himnastrond
til okkum, á foldini búgva.
Betlehems bjarta stjørnusól
á jólanátt er upprunnin –
tí ljómar í hjørtum: gleðilig jól,
nú paradísleiðin er funnin!

FavoriteLoadingGoym tekstin