Himnahválvið skjótt man rivna

Orð og lag: T. B. Barratt
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Himnahválvið skjótt man rivna,
Jesus Kristus sæst í ský,
eins og snarljósið man glógva
sæst Hann einglaskarum í.

Niðurlag: Ber bert boð við hvørt ein høvi,
skunda tær, tí nær Hann er!
Skjótt hvørt skýggj á himli rivnar,
Jesus sjálvur tá er her!

2. Leingi fólk Títt hevur vænta
henda mikla loysnardag,
tá sjálvt deyðans vald skal sindrast,
ævigt horvið deyðans vað.

3. Á, hvør fundur tá tey frelstu
møta Jesusi í ský;
hvíttklødd syngjandi í ævir
Lambsins lovsong frelst og frí.

4. Virka, spreið Hin Glaða Boðskap,
grøð tey sjúku, skunda tær;
vilt tú síggja glatað frelsast
far avstað – tí Hann er nær.

5. Tíðin rennur, løtan nærkast,
tá ið Kongurin er her!
Vaknarrópið dagligt ljóðar,
troyst til tey, Hann elska her.

FavoriteLoadingGoym tekstin