Hin ævinligi ljósi morgun

Orð: Thomas Ball Barrat
Lag: S. Foster
Týtt: Jóhan við Neyst

1. Hin ævinligi ljósi morgun
rísa skal brátt.
Tá hvørvur dalur deyðaskuggans
og myrka sorgar nátt.
Tá skal lív og gleði, streyma
inn í hjørtuni
ongantíð gleðin er fullkomin
fyrr enn hjá Jesusi.

2. Hvítt klædda skaran vit skjótt møta,
í Himlinum.
Tá vit um perluportrið fara,
Jesus vit gleðast um.
Longsilin hann lyftir okkum
upp til Frelsaran.
Á hvør ein ljósur morgun bíðar
brúðrini sum Hann vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin