Hin bjarta morgunstjørnan

Orð: Levi Joensen
Lag: Torkil Mørkøre

1. Hin bjarta morgunstjørnan,
hon morgni boðar frá.
Hvør troyttur vaktarmaður
mót eystri hyggja má.
So knappliga ein lýsing
Guds børnum bíðar her,
sum snarljósið tað boðið
um allan heimin fer.

2. So latið okkum standa
ótroyttandi á vakt,
skjótt kemur Harrin Jesus,
tað hevur hann jú sagt.
Hans lyfti svíkja ikki,
um jørð og himmal brast.
Skjótt koma skal tann dagur,
vit flyta heim í hast.

3. Um portrini av perlum
Guds børn tá ganga inn.
Guds Lamb í dýrdarsæti,
tað gleðir vári sinn.
Á gullgøtum vit ganga
við lívsins kláru flóð;
har syngja vit øll somul
um Lambsins dýra blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin