Hin fagra sólin, lívsins bál

1. Hin fagra sólin, lívsins bál,
rann skeiðið sítt at enda,
nú huga fyri nátt, mín sál,
alt tað, teg mundi henda.
Tað aftnar skjótt við tind,
stíg fram at himnagrind,
og ber so fram títt kvøldarlag
at takka fyri ljósan dag.

2. Tit heiðu stjørnur, skínið væl
og rennið glæmu ljósa,
tit seta nátt og degi skjal,
tó heldur man eg kjósa
mær náðarljósins flóð,
rættlætis dýru glóð.
Mín Jesus skjøldur er og hald,
hann hevur á mær ráð og vald.

3. Helst lokar svøvnur hesa nátt
mong eygu, sár av trega,
men ein hann vakir trútt og trátt,
til lýsir fyri degi;
tú, Jesus, vakin ert
og tokka til mín bert,
tí skal mítt hjarta vaka við,
um eygað fer at leita frið.

4. Rek ikki aftur, vinur mín,
fátæka kvøldarljóðið,
bar eg tað ikki fram til tín,
varð sálin tung av móði.
Her er mítt gávublót,
tak várkunnsamur mót,
tí djúpt í hjarta mínum slær
tað, muður syngur fyri tær.

5. Meinvitis andar! Burt sum fon
tit mega hiðan skunda.
Guð vár vil verja hesa lon,
so vit so søtan blunda;
hans einglafylking skal
øll okkum gæta væl
og sláa tryggan verndargarð,
at púkin skemdarlutin fær.

6. Við frið eg leggist undir váð,
meg einki ilt skal hvøkka,
mín beður er tín ríka náð
í dimminum tí døkka,
mín koddi er títt bróst,
mín dreymur er alt ljóst,
ið gongur, Jesus, út frá tær,
tá armar tínir fevna mær.

7. So leiti eg á hvíldarstað,
og einki skal meg saka,
eg veit, til roðin boðar dag,
vil Jesus trúgvur vaka.
Her man eg lætta av.
Tú, Jesus, lív mær gav
og ævinliga trygdarsátt.
Nú, Jesus góði, góða nátt!

Regin Dahl týddi

FavoriteLoadingGoym tekstin