Hin føroyska tjóðin

Christian Matras
Orð: Christian Matras
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Her leikti tær lendið løg inn í sál,
og innast við strendur fekk sjógvurin mál,
ið ongantíð tagnar,
óvæntað tær fagnar
við songi um landið, sum stígur úr sjó.

2. Her numu teir gomlu við nøvnum sær land,
men landið nam teir úr fjøllum í sand,
við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum,
ið rukku so víða, sum verøldin rann.

3. Og tíðin hon blásti við gandandi ond
á lív ið varð livað á bø og við strond,
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða
um fólkið her livdi skapaði tjóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin