Hin gamla krambúðin

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Petur Háberg Jacobsen

1. Ein gomul kista av kamfertræ,
ið minnir um Hongkong og Kina,
og bambusleggir í longum rað,
tann kistan kann longsulin linna.
Fólk fara út og fólk koma inn,
fólk sum keypa og selja,
hann stendur við skivuna hond undir kinn
og letur tey vraka og velja.

2. Hann setist á kistu av kamfertræ
og minnist á sigling um Hornið.
Teir komu úr Shanghai og rundaðu tað
snimma á jóladagsmorgni.
Seglini dúkaðu, hallandi rann
“Maria av Hamburg” um aldu;
“Maria” átti ein stýrimann,
sum teir frammi á bakkanum valdu.

3. Sólin skínur á tekjustrá
og turkar døggina burtur,
anga í krambúð av og á,
kanel og indiaurtir.
Vágin er øll so sløtt sum spegl,
friður er úti og inni.
Hann situr og seymar bátasegl
og livir í hálvgloymdum minni.

4. Gongin lýsir í morgunsól,
tað skróvar í tómum tunnum,
niðri á Sandi er barnagól
og kvaggan av sutlandi dunnum.
Nú gloppar hann hurðina, stendur so
og hyggur í havsbrúgv suður;
havið er havið, og havið ber boð,
um enn er í manninum dugur.

5. Sjálvsaman anga av kamfertræ,
rosinum og finskari tjøru
haldi eg vera enn dagin í dag;
tó nú gongur eingin í fjøru.
Nýggj tíð er komin og bryggjusporð’:
tó tað, ið er farið, tað andar
sum aldudráttur um tjørað borð,
meðan farið vaggar og dandar.


FavoriteLoadingGoym tekstin