Hin gamli hoyvíkingurin

Lag: Seg lágt yvir hav

Á Kýrbergi gamla her vøgga mín stóð;
her hoyrdi sum piltur eg dunið frá sjó.
Tá móðir til songar meg trygt hevði lagt
: stóð Kýrberg í landnyrðingsbriminum vakt :

Ja, Hoyvík eg elski í gleði og sorg
nú av Koytikletti og niðan á torg.
Tá Hólmur seg hvílir, og lýtt kennist lot
: og mjørkin seg smýgur inn Kýrberg hvørt skot :

Mong ár eru runnin, skjótt tíðin hon fer –
tey kvøld eg á dyrging fram við Hoyvíksfles
í mánalýs´glæmu mót Kýrbergi róð´ –
: tann myndin av Hoyvík meg heimaftur dró :

Á ferð míni víða um fjarskotin lond,
har var henda myndin, og drógu tey bond
í huganum meg heim, har vøgga mín var
: nú Kýrberg og Hoyvík tit eru mær kær :

FavoriteLoadingGoym tekstin