Hin gamli

Orð og lag: Martin Joensen

1. Hinumegin fjøllini, har náttin heldur til,
býr ein gamal maður, ið tey fægstu hava sæð.
Langt frá alfarvegi, har tú sjáldan setur fót,
býr hin gamli, ið tey flestu ræðast.

2. Onkur sigur, at hin gamli als ikki er til,
– onnur teska ’huldufólk’ og skelva, men eg veit,
at langt frá alfarvegi, har tú sjáldan setur fót,
býr hin gamli, ið tey flestu ræðast.

3. Fjallanátt í kavaroki viltist eg av leið,
og eg helt mín síðsta stund var komin, tá eg sá
fyri mær í myrkrinum ein elligamlan mann.
Var, sum kom hann ongastaðni frá.

4. Hann vísti mær á vegin og eg spurdi hvør hann var,
– hví hann valdi einsemið, hann gav mær spakligt svar:
»Tit, ið hava tikið tykkum valdið uttan rætt,
tit eru ikki systkin míni longur.

5. Tit, ið dálka jørðina og tit, ið týna lív,
– berjast móti brøðrum, hevja móti børnum knív.
Tit, ið hava tikið tykkum valdið uttan rætt,
eru ikki systkin míni longur.

6. Nógvir eru vegirnir, og eg havi valt mín«,
segði gamli maðurin og bað meg fara væl.
Onkur sigur, at hin gamli als ikki er til,
– onnur teska ’huldufólk’ og skelva.

FavoriteLoadingGoym tekstin