Hin heilaga krossin frelsarin bar

Orð: Ókendur
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag
Týtt úr donskum: Zacharias Brimnes
Viðmerking: Danskur miðaldarsálmur

1. Hin heilaga krossin frelsarin bar,
hans sár, hans pína so blóðig var,
og deyðan harða hann vildi líða,
sum einans okkum frá synd kann fría.

2. Og moyggin Maria, eisini hon,
sum føddi í heim Guðs einborna son,
varð einans sæl eftir Harrans ráði,
for Jesu skuld av Guðs ríku náði.

3. Guðs heilagi andi, uggari vár,
tú føri várt fólk, tú grøði vár sár!
Og leið tú okkum á Harrans vegi,
úr syndini burt inn til tína gleði!

4. Alvaldandi Guð, tær prísum vær øll,
sum sendi oss sonin úr himnahøll,
tú stjórni og ráði oss, hvar vit eru,
til tín vit leita, – tær amen veri!

FavoriteLoadingGoym tekstin