Hin leið er smøl, sum her til lívið leiðir

Orð: Kajfinn Hammer (1-5. ørindi) og Stuart Hamblen (niðurlagið)
Lag: Á Golgata eg gleði fekk í hjartað

1. Hin leið er smøl, sum her til lívið leiðir,
so vandafull, so brøtt og trá og trong;
har vinaleysur ofta tú mást ganga,
og ferðin heim kann tykjast tung og long.

Niðurlag: Á vegnum heim mítt hjarta tó kann syngja
eitt lovsangslag um frið og sigur, gleim
inntil tann dag, mítt eyga skoðar Staðin,
tá Harrin meg skal kalla heim.

2. Á hesi leið tó ævigt lív tú eigur
og Andans salving, alt Guðs ráð og kraft!
Tín andi har sum ungur falkur stígur
mót ævinleikans hæddum uttan haft.

3. Tað eru tey, sum hesa leið væl kendu,
eitt bil tey fylgdu Jesusi á leið;
men heimsins fragd her trúarneistan køvdi,
í brúðarskaranum nú finnast ei.

4. Ein onnur leið er til, sum er so lættgongd,
so sløtt og breið og fylt við dans og spæl;
men endi hennara til glatan leiðir,
her fjøtrar mangan sum ein syndatræl.

5. Tú neyðars verð við øllum tínum stríði,
ein myrk og døpur sjón tú einans er’!
Hvør smátt mær tykir tað, tú her manst bjóða
mót Ríki Guðs í ævinleikans verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin