Hin ljósi dagur farin er

Orð: H.C. Sthen
Týtt: Jákup Dahl

1. Hin ljósi dagur farin er,
at dimmu nátt tað líður:
O, Jesus kæri, hjá okkum ver
í nátt og allar tíðir!
Gleði okkum Guð í himnabú!

2. Tú ert Guðs kærleiks bjarta ljós
og øllum einglum gleðin,
várt hjarta tær til bústað kjós,
har vit tær hýsa fegin!
Gleði okkum Guð í himnabú!

3. Tú vaktarmaður trúgvur ert,
tú vilt oss aldri svíkja;
hjá tær í trygd vit búgva bert,
í neyð vit á teg víkja.
Gleði okkum Guð í himnabú!

4. Vit okkum geva tær í vold,
tá eygu latast aftur;
tú ert vár vernd, várt dygga skjold,
tú allar sorgir lættir.
Gleði okkum Guð í himnabú!

5. Í morgin tær vit lova øll,
tín mildi aldri hallar,
og síðan í tíni himnahøll
tær prísa ævir allar.
Gleði okkum Guð í himnabú!

FavoriteLoadingGoym tekstin