Hin ljósi dagur hallar

1. Hin ljósi dagur hallar,
og nátt er komin nær.
O, Guð mín, syndir allar
tú fyrigevi mær!
Tú faðir, okkum varði
øll, bæði stór og smá,
tín halgi einglaskari
nú veri okkum hjá!

2. Hvørt sinn, tá dagur tvørrar,
og myrkur fjalir fold,
á stund meg minna tørvar,
eg fara skal í mold.
Alt meðan dagar líða,
ver, Jesus, okkum hjá;
lýs hvørt eitt spor, vit stíga,
gev frið á deyðastrá!

Jákup Dahl týddi

FavoriteLoadingGoym tekstin