Hin ljósi dagur svann

Arthur Seymour SullivanVictor Danielsen
Orð: James D. Burns
Lag: Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Victor Danielsen

1. Hin ljósi dagur svann,
stilt var í Harrans húsi;
Guds lampa enn helt vakt
har yvir Harrans pakt,
tá knappliga í stillu nátt
á vin sín Harrin kallar hátt.

2. Gev mær sum Sámuel
eitt opið, vakið oyra,
at væl eg hoyra má,
tá tú meg kallar á,
so glaður fram eg stilli meg
og fyrst av øllum lýði teg!

3. Gev mær sum Sámuel
eitt stilt og eyðmjúkt hjarta,
at seint og tíðliga eg
má vilja hoyra teg!
Ja, gev mær teg at elska so,
at dýr mær eru tíni boð!

4. Gev mær tað hjarta, Gud,
sum stilt og barnsligt bíðar,
at tú skalt koma inn
og fylla sál og sinn,
at hvørt eitt orð, tær ljóðar frá,
við andanum eg skilja má!

FavoriteLoadingGoym tekstin