Hin mæta morgunstundin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Bjørn Halldórsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2002.

Hin mæta morgunstundin
meg minnir fyrst á teg,
sum blíðan veitir blundin
og einglavernd um meg.
Hvør, Gud mín, eri eg, at tær
so toknast at miskunna mær?

Eg hvíldist við títt hjarta,
tær hjá leið náttin myrk.
Nú ljómar ljósið bjarta,
og lív og miklan styrk
tín nýggja miskunn lænir mær
á hvørjum morgni, faðir kær.

Tí vil eg heiður nýggja
tær bera, Drottin mín,
við treysti til tín flýggja
og lýða vilja tín.
Tað veri nú mítt verk og mið,
og veit til tess mær kraft og lið.

Lat insta verk mítt vera
og gleði fyri meg
at vaka, bøn tær bera
í vón og trúgv á teg,
og so í friðarføvning tín
at fjala allan førning mín.

Tá óttast ei mítt hjarta,
tín eingil fylgir mær,
og kom nú náttin svarta,
tá alt mítt álit var
á teg, o Gud, mær gylli lund,
meg goym á teirri morgunstund.