Hin myrka náttin nú horvin er

Orð: H.C. Sthen
Týtt: Símun av Skarði

1. Hin myrka náttin nú horvin er,
og dagurin rísur so víða,
nú skínur sólin á fjøll og sker,
og fuglarødd ljómar hin blíða.
Guð veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!

2. Guð havi lov nú og alla tíð,
í nátt hann oss vardi frá váða;
hann lýsi yvir oss halgan frið
og lati oss signing fáa.
Guð veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!

3. Um páskamorgun, hin signaða dag,
Várharra reis upp frá deyðum,
Guðs tokka hava vit í tí sæð,
hann bjargaði okkum úr neyðum.
Guð veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!

4. Rætt okkum, Jesus, nú hjálparhond
í dag og í allar løtur,
og varðveit okkum við fjøll og strond,
og leið oss á lívsins gøtur.
Guð veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!

5. Tá hvørt sinn dagurin horvin er,
og náttin hon kemur hin svarta,
vit vilja prísa tær, Harri kær’,
um allar ævir av hjarta.
Guð veri vár hjálpari foldum á,
hans náðarljós okkum lýsi!

FavoriteLoadingGoym tekstin