Hin reina luft, tær føgru blómur har

Orð: Nancy A.W. Priest Wakefield
Lag: Jóhannes Øregaard
Týtt: Victor Danielsen

1. Hin reina luft, tær føgru blómur har
á fríðu himmalvøllum
og einglasongurin – alt fjalt er mær
av hesum myrku fjøllum.

2. Tey gyltu torn í staðnum eru fjald
nú fyri eyga mínum;
at síggja nú mær forðar deyðans vald
mítt heim har yvir skýnum.

3. Men tá ið ljósið dvølur fjøllum á,
og løtur stillar líða,
ein ósædd hond mær stundum opnar tá
tær dyr til landið fríða.

4. Og sum á gloppi standa hinar dyr,
og dýrdin útum lýsir,
tá gyllir vónin alt, ið hjartað spyr,
hvønn iva, sinnið hýsir.

FavoriteLoadingGoym tekstin