Hin sama grundin alla

Samuel John StoneVictor Danielsen
Orð og lag: Samuel J. Stone
Týtt: Victor Danielsen

1. Hin sama grundin alla
Guds samkomu tó ber,
hin flokk, sum gjøgnum Orðið
av nýggjum føddur er;
ígjøgnum stríðið blóðigt
hann eina brúður vann,
og fast í ektabandi
hon bundin er til hann.

2. Úr øllum fólkum útvald,
tó eitt á hvørjum stað –
hin sami Gud og Faðir,
hin sama trúgv er tað;
hitt sama breyðið føðir,
frið ber hitt sama navn –
hin sama vón og frelsa,
hitt sama heim og havn.

3. Og meðan stríðið slítur
og gjøgnum vápnagný,
Guds samkoma tó hyggur
við tráan upp í ský,
til troytta eygað skoðar
ta sjón so lívsæla,
at Harrin kemur niður
at heinta brúðrina.

4. Í sambandi hon stendur
við Gud í stríðnum her
og andans felagsskapi
við hvønn, sum frelstur er.
Áh, lukkuligi flokkur!
Gud, okkum vísdóm lær,
at eyðmjúkt fram vit ferðast
mót hvíluni hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin