Hin stóri lækni nær nú er

Orð: William Hunter
Lag: John H. Stockton
Týtt: Victor Danielsen

1. Hin stóri lækni nær nú er,
hin miskunnsami Jesus;
til hjørtu móð hann uggan ber –
kom, hoyr nú Harran Jesus!

Niðurlag:
Dýrasta navn, í Himli er,
dýrasta navn á foldum her,
dýrasta ljóð, ið sungið er:
Jesus, Jesus, Jesus!

2. Eg leið og doyði fyri teg,
so talar Harrin Jesus;
tú lívið fært við trúgv á meg –
kom, trúgv á Harran Jesus!

3. Øll æra veri Lambinum!
Eg trúgvi nú á Jesus;
Hann sigur vann á deyðanum,
eg liva skal sum Jesus.

4. Sæl var tann stund, tá hann meg fann!
Eg elski Harran Jesus,
eg elski hvønn, ið elskar hann,
eg elski navnið Jesus.

5. Tá savnað kring hans kongastól
vit síggja Harran Jesus,
har eina hann er ljós og sól –
tá syngja vit um Jesus.

FavoriteLoadingGoym tekstin