Hin undurfagra Páskamorgun Jesus deyðan vann

Orð: Ókendur (niðurlagið og 2. ørindi) og Kajfinn Hammer (1. ørindi)
Týtt: Kajfinn Hammer (niðurlagið og 2. ørindi)

1. Hin undurfagra Páskamorgun Jesus deyðan vann,
tá lærusveinarnir Hann sóu, á, sum hjartað brann!
Hann sendi teir í heimin út og so til Himmals fór,
teir fóru út og boðaðu tey tíðindi so stór:

Niðurlag: :,:Hann livir enn,:,: sí, grøvin hon er tóm,
lat ríkidømi Andans tær í hjarta taka búgv!
:,:Hann livir enn,:,: sí, grøvin hon er tóm,
á, kærleika Guðs tak nú við í trúgv!

2. Lat myrkrið ikki taka frá tær hjartans klára ljós,
hoyr Andans reyst, sum kallar teg, tær vísir Lívsins kós.
Við Síni hond Hann leiðir teg til ævinleikans gleim
ígjøgnum myrkur, strev og stríð til ævinleikans heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin