Hini einastandandi

Orð: M.C. Restorff
Lag: M.C. Restorff og Hans Poulsen

Eina, aleina saknar hon bros og eitt samband søtt.
Eina, aleina vildi hon líkindi bøtt.

Starvið fjálgar hon samvitskufult,
meðan avbyrgt einsemi er hildið dult:
eymar kenslur og hjartatrá
sakna støðugt eitt samspæl uttanífrá.

Kaffi ger heitan – hann gánar í blað,
einki breggjar hann sær á nøkrum stað.
Smírist nóg illa og nikkar so dánt,
nú so mangur um blíðskuna heldur hánt.

Einsamur, eina saknar hann bros og eitt betri lag.
Einsamur, eina knúlvar hann smeitar á rað.

Bíblian boðar kærleiksfull bond:
“Vitjið einkjur og faðirleys í teirra trongd!”
Og hon umrøður Jesus, sum einsamur gekk,
svikin, vrakaður, særdur – til á krossi hann hekk.

Hann veit av royndum, hvat einsemi er,
eyma samkenslu Hann við sær ber,
harmar hvørt kind, sum er slept upp á fjall,
og hann hartar tann, sum er øðrum til fall.

Heimbýli yðja av støkum í dag,
nøkur vilja tað so – íðan, hann, hon um tað!
Øðrum leingist sáran eftir tí hond,
sum av einslistum tvinna vil vinabond.

Støkum leingist, sakna eitt bros og eitt kærleiks brá.
Einsamøll, eina reika mong foldini á.

Funnu tey saman, ið langtast her, broyttist til gaman mangt í verð!
Áh, hvør undurgerð: unnustar á hátíðarferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin