Hirði góði, halt tú meg

Mikkjal á RyggiJohann Anastasius Freylinghausen
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Johann Anastasius Freylinghausen

1. Hirði góði, halt tú meg
hjá tær innan haga;
ótrygt er á heimsins veg,
niður mangt vil draga,
heimsins rás er løtt og sløtt,
himlagøtan trong og brøtt,
tó til lívs er lagað.

2. Tíðum trongd mítt hjarta ber,
og meg angist nívir,
Harrin Jesus sjálvur er
skjøldur, sum mær lívir;
sterkur hann mær stendur hjá;
herja illir andar á,
burtur hann teir drívur.

3. Eri eg í Harrans hond,
greið er tá mín gøta,
gleðir meg Guð Halga Ond,
hvat kann tá meg grøta;
røttu lívsins leið eg fann,
myrkrið svann, og ljósið vann;
sæl er signað løta.

4. Mansins lív á foldum her
leingi ei kann vara,
altíð nærri stundin er,
tá vit hiðan fara;
Jesus góði, hjálp mær tá,
at eg ævigt lív kann fá
í Guðs frelsta skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin