Hitt boð um náði aftur ber

Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Hitt boð um náði aftur ber,
lat meg tað hoyra fá!
Tað ei nóg ofta talað er,
at hvør tí trúgva má.

Niðurlag:
Ei nóg nógv vitnað er,
ei nóg nógv vitnað er,
hitt boð, hitt boð um náðina
ei nóg nógv vitnað er.

2. Um frið eg mangan talaði,
men ei eg kendi hann,
til troyttur, hjartasjúkur eg
Guds fríu náði fann.

3. Mín gleði er við Kristi kross
til hvílu seta meg;
men inntil sál mín fann hin stað,
ei hvílu kendi eg.

4. Men hvat skal tað ei vera tá
at prísa honum har,
í ævigari dýrd hann sjá,
sum syndir mínar bar!

FavoriteLoadingGoym tekstin