Hitt dýrabara Jesu blóð

Orð: MacLeod Wylie
Lag: George Coles Stebbins, Werner Skibsted
Týtt: Victor Danielsen

1. Hitt dýrabara Jesu blóð
er dýrt í dag sum fyrr;
í tí, í tí mín sál fann frið,
sær opnar himmaldyr.

Niðurlag:
Áh, undurfulla kelda reyð,
áh, dýrabara flóð!
Í Himli enn eg syngja skal
um blóðið, Jesu blóð.

2. Guds sannleiksorð, tað sigur mær,
at ikki minnist hann
til eina synd, tí fyri meg
hitt dýra blóðið rann.

3. Ja, manga synd eg minnist væl;
men alt er javnað – alt!
Tí blóðið bøtir fyri tað,
og mína skuld tað galt.

4. Mín síðsta stund kann verða skjótt,
í dag – eg veit tað væl;
men gjøgnum blóðið, Jesu blóð,
hvør trygt eg doyggja skal!

FavoriteLoadingGoym tekstin