Hitt eina, sum ber, tá ið alt annað svíkur

Orð og lag: Lydia Lithell
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: Det enda som bär

1. Hitt eina, sum ber, tá ið alt annað svíkur,
tað er Guds náð, Guds miskunn stór og frí.
Alt viðgitni heimsins og hans ljómur víkur,
tá eg at enda eri Himli í.

Niðurlag: Hitt eina eg veit, at náðin er nóg mikið,
við Kristi blóð mín synd er burtur tikin.
Hitt eina, sum eg til síðst kann líta á,
tað er Guds náð, Guds botnleysa náð.

2. Hitt eina, sum stendur gjøgnum allar tíðir,
er Kristi krossur, blóðsins trygga grund.
Tí alt, sum er bygt av hoyggj og strá, tað fellur,
tað varir bert eitt bil, sum svann um stund.

3. Hitt eina, sum er mín ogn har við Guds trónu,
tað er ein bjargað sál, halleluja,
og alt væl veit við, tí øll mín synd varð sónað
við Jesu deyða har á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin