Hitt fagrasta í heiminum

Orð: Anton Levinsen
Lag: Frederik Moe
Týtt: Victor Danielsen

1. Hitt fagrasta í heiminum,
mær opinberað varð,
er Kongurin, sum fyri meg
ta hvøssu krúnu bar.

2. Frá teirri stund mítt eyga blint
varð latið upp at sjá,
var hann hvønn dag og hvørja stund
hitt dýrasta, eg sá.

3. Tann kærleiki, hon vitnar um,
hin krúna, ið hann ber,
í ævir stígur upp um alt,
eg sá og kendi her.

4. Hvat onkuntíð eg havi átt,
nú einki eigi eg;
nei, tú, sum kransin hvassa bart,
eg eigi eina teg!

5. Tú lívsins sól, tú beindi burt
øll deyðans myrku skýggj!
Tí lýsir mær hvønn lívsins dag
nú kærleikssólin nýggj.

6. Alt fagurt her í heiminum,
tað dárar meg nú ei;
eg síggi teg og eina teg,
tú ljós á lívsins leið!

FavoriteLoadingGoym tekstin