Hitt gamla Evangeliið

Lag: Fólkalag
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað var Tað, sum frelsti Ábraham
og Ísak og Jákup;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

2. Tað var Tað, sum frelsti Móses
og Miriam og Áron;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

3. Tað var Tað, sum frelsti Jósva,
tað var Tað, sum frelsti Káleb;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

4. Tað var Tað, sum frelsti Bárak,
Deboru og Gideon;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

5. Tað var Tað, sum frelsti Dávid,
tað var Tað, sum frelsti Dániel;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

6. Tað var Tað, sum frelsti Pætur,
tað var Tað, sum frelsti Paulus;
hitt gamla Evangeliið er ment at frelsa teg!

7. Tað var Tað, sum frelsti pápa,
tað var Tað, sum frelsti mammu;
hitt gamla Evangeliið var tað, sum frelsti meg!

8. Tað gevur kraft at elska vinir,
Tað gevur kraft at elska fíggindar;
hitt gamla Evangeliið er kærleiki frá Guð’.

9. Tað er vegurin til Himmals,
Tað er vegurin til Himmals;
hitt gamla Evangeliið er vegurin til Guð!

Hitt gamla Evangeliið, hitt gamla Evangeliið,
hitt gamla Evangeliið er líka nýtt í dag!
Halleluja, halleluja, halleluja til vár Guð!
Halleluja, halleluja! – Tað kann frelsa, fría út!

FavoriteLoadingGoym tekstin