Hitt stóra orðið hvør ein, tað ljóðar fyri mær

Orð og lag: Eliza E. Hewitt
Týtt: Victor Danielsen

1. Hitt stóra orðið hvør ein, tað ljóðar fyri mær,
hvør og ein, sum trýr á hann;
ein streym av vón og frelsu hitt orðið ber við sær:
Hvør og ein, sum trýr á hann.

Niðurlag: Áh, hitt orðið hvør ein,
hvør og ein, sum trýr á hann!
Hans fría náðiboð er í gildi enn sum fyrr:
Hvør og ein, sum trýr á hann.

2. Hitt glaða lívsins boðið, hvørt sinn eg lesi tað:
Hvør og ein, sum trýr á hann,
tá minnist eg, tað er til hvønn syndara í dag,
hvør og ein, sum trýr á hann.

3. Eg hoyrdi hetta orðið, eg trúði og fann frið:
Hvør og ein, sum trýr á hann;
og nú eg bjóði øðrum at grípa hetta við:
Hvør og ein, sum trýr á hann.

4. Øll æran veri honum, sum doyði fyri meg!
Hvør og ein, sum trýr á hann!
Áh, vinur, kom og hoyr hann, so vil hann frelsa teg!
Hvør og ein, sum trýr á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin