Hitt vermandi sólskin og fuglanna ljóð

Orð og lag: R.J. Hughes
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: The Lord is watching over me

1. Hitt vermandi sólskin og fuglanna ljóð,
hin blóman á vári, sum angandi stóð,
og songur á heiðum, tú gevi tí ans.
– Alt sigur frá náði og kærleika hans.

Niðurlag: Tað kenst sum andadrag,
eg greitt kann kenna tað,
at Harrin vakir yvir mær.
Hans góðska, kærleiki,
tað kenst frá dýrdini,
at Harrin vakir yvir mær.

2. Tú sært ælabogan og stjørnurnar hátt,
avkavaðu foldina, hválvið so blátt,
hin veldiga skógin og fjøllini her
– alt sigur, hann er, og hann varðveitslu ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin