Hittast vit, har flóðin flýtur

Victor DanielsenVictor Danielsen
Orð og lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Hittast vit, har flóðin flýtur
frá Guds trónu undurfull
og við krystalbylgjum brýtur
millum jaspis og reina gull?

Niðurlag:
Ja, við flóðina vit hittast,
við flóðina ta undurfullu hittast,
har við teim heiløgu vit hittast
og einglum fyri trónu Guds!

2. Har á strondini vit ganga –
flóðin rennur silvurklár –
prísa Gudi dagin langa
øll tey endaleysu ár.

3. Áðrenn flóðina vit náa,
falla allar byrðar av;
hvíta klædningin vit fáa
og hin arv, okkum Jesus gav.

4. Har sum Harrans ásjón skínur
meir enn flóðin krystalskær,
heiløg, sum ei syndin pínir,
syngja sigurssongin har.

5. Skjótt hjá flóðini vit vera,
ferðin skjótt at enda er;
har vit Gudi lovsong bera,
sum vit aldri dugdu her.

FavoriteLoadingGoym tekstin