Hjá einglum vil eg vera

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Sidney Gill
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 22. januar 1961.

Hjá einglum vil eg vera
og við Guds trónu stá;
har skal eg krúnu bera
og hørpu leika á.
Har gleðisangir ljóða
í dýrdum himni á,
sum prís til drottin góða,
hans mikla kærleika.

Eg veikan veit meg vera,
ta er so satt og vist,
bert náðin meg kann bera
heim til mína Harra Krist;
men tá í trúgv eg biði
um hjálp á lívsins veg,
brátt sæst ein Jákups stigi,
– har frelstur gangi eg.

Mong børn nú eru heima,
tey síggja, Jesus, teg;
o, lat meg aldri gloyma,
at høgt tú elskar meg;
tú dýrt tað mátti rinda,
tú doyði fyri meg;
sjálvt um eg hevði syndað,
læt himin opna seg!

Á síðsta náttartíma
tá deyðin boð mær ber;
tá sorgarskuggar rýma,
mín sál hjá Gudi er.
Har krúnu eg skal bera
og hørpu leika á.
Hjá einglum vil eg vera,
lat meg tín himmal ná!