Hjá heiminum Kristus ein meinbogi var

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur liðugur 13. januar 2009

Hjá heiminum Kristus ein meinbogi var
her alt frá Heródesar døgum,
eitt mótmælismerki, ið av øllum bar,
hjá kongum og valdsharrum høgum.

Ein snávingarsteinur hjá vitrum í verð
har veraldar klókskapur valdar,
ein klettur, har hvør tann í smildur straks fer,
sum lítur á kunnleikar kaldar.

Hann vanvirdur var, tó hann alt gjørdi væl,
forfylgdur á líðingarvegi,
tann Kristus, sum mannabørn prísaði sæl,
ið tóku við trúgv hans við gleði.

Og kirkja hans standa skal øld eftir øld,
ei helheimur henni skal granda,
til sameind hann savnar ta Gudsbarna fjøld,
sum fyri hans ásjón skal standa.

FavoriteLoadingGoym tekstin