Hjá tær, mín Jesus, har er trygt

1. Hjá tær, mín Jesus, har er trygt,
tá óndir á meg herja,
tú hevur fasta borg mær bygt,
sum sjálvur tú vilt verja.
Um mong mær vónin brestur her,
bert miskunn er tín vísa gerð,
tú kanst meg best at føra.

2. Mín Jesus, ger meg sterkan, tá
ið sorg mær berst til handa,
lat vónloysi ei vald tá fá,
lat fastan meg tá standa
og ugga meg við uggan tann,
at tú meg aldri gloyma kann,
um sorgin harðan nívir.

3. Gev tol mær gott, um krossin eg
á míni ferð skal bera,
tín sterka arm lat styðja meg,
so eg kann tryggur vera
í trúnni, sum kann bjarga mær.
Um eyga einans myrkur sær,
gev vón og trúgv tá sterka.

H.M. Jacobsen

FavoriteLoadingGoym tekstin