Hjá tær, o, Drottin, er dagaskeið

Orð: Grundtvig
Týtt: Chr. Matras

1. Hjá tær, o, Drottin, er dagaskeið
ártúsund í tíðarhavi;
sum lítil løta tann stundin leið,
vit anda á jarðlívs ævi.

2. Sum blóman følnar hvør rósukinn,
sum grøs fullu kappafjøldir;
so bórust ættir í stilnað inn,
sum dagar útrenna í øldir.

3. Hitt heilaverkið, tann vísdómslon,
sær bygdu upp vitsins kallar,
sum vindur trívur í eiturfon,
tað syndrast í ættir allar.

4. Tey sjeyti ár er vár jarðarleið
í stoltasta stríð og møði;
um áttati-aldur ein kappi beið,
alt sárkaðist ellistøðið.

5. Oss hoyri tú, Drottin í høgan sal,
av miskunn lær okkum at náa
at minnast til vára daga tal
og lata tín vísdóm ráða!

6. Tú gevi frið eftir stríðsins øld
og troyst fyri sút og vundir;
við gleði tín miskunn á lívsins kvøld’
oss krýni tær dagsins stundir!

7. Tín tænara styrk tú við kraftarond
og børn hans við andans eldi,
lat verkið legnast við teirra hond,
lat blóma med oss títt veldi!

8. Oss yvirgylli tín dýrdarflóð
sum sólin um middagsmundir,
tú lýsi yvir vár leiði ró
við glæmu tær sólfalsstundir!

FavoriteLoadingGoym tekstin