Hjá tær

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Uttanfyri hvílir myrkrið
tungt oman á kavanum.
Høgt har uppi hongur mánin
og longist undir dýnuna.
Og eg hugsi við mær sjálvum:
tað er gott at vera inni,
– inni her hjá tær!

Truplir tankar útilæstir,
hetta kvøldið eiga vit.
Fýra veggir og vit bæði
einsamøll í verðini.
Og eg hugsi við mær sjálvum:
tað er gott at hava onkran,
– tað er gott at hava teg!

Rannvá, tíni eygu smíla,
lat meg eiga teg í nátt!
Uttanfyri bíðar lívið,
spennir móti rútinum.
Og eg hugsi við mær sjálvum:
tað er gott at vera saman,
– saman her við tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin