Hjá teimum stuttligt at fylgjast er

Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Det er så yndigt at følges ad

1. Hjá teimum stuttligt at fylgjast er,
sum fegin vilja í fylgi vera,
tá tvífalt frøi hvør gleði ber,
og helvtar munur er sorg at bera.
Ja, tað er gaman
:,: at ferðast saman :,:
um kærleiksglæman
:,: í fylgi er. :,:

2. So hugnaligt altíð er tað búgv,
har stór og smá draga eina línu,
og hústrú lyftir við manni trúgv,
og maður lyftir við hústrú síni.
Ja, best er gaman
:,: at lyfta saman, :,:
tá felagsframin
:,: er hjartamál. :,:

3. Væl Harrin hjúnunum eydnu gav,
sum brúdleyp sítt vilja honum búgva,
á hvørji løtu at vita av –
tó æviskeiðið er ymist snúgvað –
at tað er gaman
:,: at byggja saman :,:
um kærleiksglæman
:,: í fylgi er. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin