Í hjarta mínum tónar sangur alt síðan Jesus frelsti meg

Orð og lag: Albert E. Brumley
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í hjarta mínum tónar sangur alt síðan Jesus frelsti meg,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.
Tí Hann mær bjargaði frá glatan, ei meir ein trælur eri eg,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.

Niðurlag: Ei iðrað eg havi, at eg leit á Hans Navn,
mín sál tá fann hvílu í frelsunnar havn.
Av hjarta ein lovsang nú syngja eg kann:
Ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.

2. Mítt hjarta fylt av gleði er, tí náðin hon er so rík og stór,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.
Hann lovað hevur mær eitt heim í Himlinum, tá ið heim Hann fór,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.

3. Hann sjálvur leiðir meg og javnar gøtuna sum eg ganga skal,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.
Jesus er við mær, kraft Hann gevur so at eg málið nái væl,
ei iðrað eg havi, takk og lov, at eg leit á Hans Navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin