Hjarta mítt

Eivør
Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

Míni eygu sukku í djúpa hav í nátt,
Mítt hjarta tá brann eins og eldur,
og sjálvt um luftin var ísakøld,
So vermdu meg tínar heitu hendur.
Nei, aldri eg gloyma man tvey eygu so rein,
Og andlitið so yndisligt, blítt,
Og um eg ikki tá var farin heim,
Tá mundi tú stolið hjarta mítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin