Hjarta, sum heimurin svikið bert hevur!

Týtt: Victor Danielsen

1. Hjarta, sum heimurin svikið bert hevur!
Nógv man hann lova, og lítið hann gevur;
Jesus, tín Frelsari, rópar í kærleika:
Kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

2. Stríðandi hjarta, sum leingist at hvíla,
tungliga strevar tú árla og síðla!
Friðin, tú saknar, hjá Jesusi finnur tú;
kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

3. Tystandi hjarta! Her lívskeldan flýtur;
breyðið av Himlinum Jesus tær brýtur;
hungrandi hjarta, kom drála ei longur nú!
Kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

4. Syrgjandi hjarta, sum fíggindin særdi!
Lítið tær batti, at sorgin teg tærdi;
trúgv tó á Jesus, so reisir hann alt, ið fall!
Kemur tú ei skjótt?
Kemur tú ei skjótt?

FavoriteLoadingGoym tekstin